03. Feb. 2026

 
Íslendski happadrátturin "DAS" og Landsfelag Pensjónista eru farin undir eitt heilt serstakt samstarv, nevniliga at fáa føroyingar at binda puntar úr eitt nú tógvrestum. Síðani skulu puntarnir seymast til klútateppi. 
 
Fyri hvønn puntin letur DAS Happadráttur 10 kr. til føroyskar pensjónistar, tó við í mesta lagi á 50.000 kr. tilsamans. Landsfelag Pensjónista kann brúka henda pening til arbeiði til frama fyri føroyskar pensjónistar.
 
Vit heita tí á føroyingar um at binda ella hekkla smáar puntar, ið eru 15x15 cm.
 
Tað eru lokalu pensjónistafeløgini, ið standa fyri at savna puntarnar inn.Til ber eisini at lata teir inn hjá Landsfelag Pensjónista í Løkjatúni 1 á Argjum. 
 
 
Jana Jensen, umboð fyri DAS Happadráttin í Føroyum, fegnast um samstarvið:  - Íslendski sjálvsognarstovnurin ”Hrafnista" eigur DAS Happadráttin. Tað er eisini hann, ið eigur og rekur ellisheim og tekur sær av eldrarøkt annars í Íslandi. Vit hava verið í Føroyum í nógv ár, men hava seinnu árini brúkt ein størri part av vinninginum á føroyska marknaðinum innan føroyska eldrarøkt, tí hetta hóskar við okkara visjón, og vit eru sera glað, at Landsfelag Pensjonista tók so væl ímóti hugskotinum.
 
Eisini Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, er glað fyri hetta átakið.  -Tað var síðst í 2025 at heitt var á Landsfelag Pensjónista um at vera við í hesum frálíka tiltaki at binda ella hekkla puntar úr tógvrestum. Tað loypur altíð nakað av tógvi av, tá bundið verður.
 
At Landsfelag Pensjónista á henda hátt kann fáa kr. 10 frá DAS Happadráttinum fyri hvønn puntin til frama fyri okkurt jaligt innan eldraøkið í Føroyum, er sum at vinna í íslendska happadráttinum hvørja ferð.
 
Átakið fær borgarar virknar við einum góðum endamáli og fer av bakkastokki 2. februar. Síðani er ætlanin, saman við sniðgeva, at seta puntarnar saman til teppi, ið verða seld á uppboðsølu ella latin góðum endamáli, t.d. røktarheimum